Hátíðarhald fyri føroyskari sjómansmissión í Íslandi í 100 ár
Í samband við, at tað eru 100 ár síðani Føroyska sjómansmissión byrjaði í Íslandi, verða hesi tiltøk á Ørkini nú um vikuskiftið:
Leygardagin, 1. oktober kl.17.00: Møti við søguligari frágreiðing í orðum og myndum; nátturði við føroyskum viðskera og hugnaløta.
Símun P. Jacobsen, form. og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, luttaka.
Sunnudagin 2. oktober kl.14.00: Føroysk gudstænasta við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, í Háteigskirkju, Háteigsvegur 27, 105 Reykjavík.
Eftir gudstænastuna verður drekka á Ørkini.
Øll eru vælkomin.
Søgan byrjaði í 1922
Tað var í 1922, at fyrsti útsendingurin frá føroyskari sjómansmissión varð sendur til Íslands at virka millum føroyskar sjómenn.Tað var Absalon Joensen, prestur, á Nesi, sum á sumri 1922 var á Eysturlandinum, har føroysk skip fiskaðu ta tíðina og av og á komu í íslendskar havnir. Hann var eisini har sumrini 1923 og í 1924.
Várini 1923 til 1934 var Alfred Petersen, trúboðari í Reykjavík, og virkaði millum føroyskar sjómenn. Johan Hans Simonsen, trúboðari, var eisini sendur til Íslands, og vitjaði hann føroysk skip, sum komu í havnir á Eystur- og Norðlandinum, sumrini 1924 til 1934.
Teir samstarvaðu við íslendskar kirkjumenn og høvdu møtir, andaktir og gudstænastir í leigaðum hølum. Eisini vitjaðu teir umborð á føroysku skipini, hjálptu til við ymiskum praktiskum og vitjaðu føroyskar sjómenn, sum lógu á sjúkrahúsum.
Nógvir sjómenn
Nevnast kann, at í tveir mánaðir um várið 1923 vóru 70 føroysk skip inni á Reykjavík og trý á Hafnafjørðinum. Alfred og Johan Hans skriva, at í 1927 vóru umleið 3.000 føroyskir fiskimenn í sjey mánaðir av árinum undir Íslandi og aðrastaðni.
Teir upplivdu eisini sera daprar hendingar, sum t.d., tá sluppin Anna av Toftum fór á land á Suðurlandinum í 1924 og allir 17 menninir sjólótust. Í 1928 kom eldur í sluppina Acorn og fleiri av manningini doyðu. Tá, sum altíð, var gott við føroyskum trúboðara á staðnum.
Í seinnu helvt av 1930-unum vóru trúboðarar bæði í Reykjavík og á Norðlandinum. Undir krígnum 1940-45 var eingin útsendingur frá Føroysku sjómansmissiónini í Íslandi.
Tóku arbeiðið uppaftur eftir kríggið
Fleiri vár í 1950-unum var Hans Jákup Ellingsgaard, trúboðari, sendur av Kirkjuliga missiónsfelagnum til Vestmannaoyggjarnar. Nøkur vár í 1960-unum og í 1970-unum var Esmar Jacobsen, trúboðari, í Vestmannaoyggjunum.
Síðst í 1940-unum og í 1950-unum vóru fleiri menn í Reykjavík fyri Føroysku sjómansmissiónina. Nevnast kunnu J.H. Simonsen; Meinhard- og Sørin Hansen; Múller Petersen og Henry Andreassen.
Sjómansstova og sjómansheim
Í 1957 var Sjómansstovan í Skúlagøtu bygd og tikin í nýtslu í 1958. Tá fingu føroyingar sítt egna hús at arbeiða í og út frá. Eftir tað var tað serliga Jóhan Olsen sjómanstrúboðari, sum myndaði arbeiðið á Reykjavíkarleiðini.
Í 1975 var farið undir at byggja sjómansheimið Ørkina, sum varð vígd 2. juni 1991. Ymisk fyristøðufólk hava verið har, bæði føroysk og íslendsk. Eftir førimuni hava tey roynt eisini at virka millum føroyskar sjómenn, samstundis, sum føroyski sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen og onnur hava vitjað av og á og havt møtir og vitjað sjófólk og onnur.