Hassurin fór til skips sum 14 ára gamal
Hans Hansen, vanliga nevndur Hassurin, f.10.01.1894, fór fyrsta túrin til skips sum 14 ára gamal í 1908.
Tvey tey fyrstu árini var hann við sluppini Thor, frá 1910 við sluppini Research, og seinni eisini við vágasluppunum Doceu, William Cloves, Daggry og Elin. Hassurin tók skiparaprógv 1918. Árið eftir var hann við sluppini Alexandru.
LES ALLA SØGUN UM HASSIN HER HASSURIN | vagaskip.dk
Tá Hassurin var 26 ára gamal, var hann við í sínum fyrsta skipakeypið, tað var tá hann saman við øðrum keypti sluppina Toiler frá Funnings-Pól úr Vestmanna í 1920. Og eftir tað var hann skipari og reiðari á fleiri skipum.
Vit kunnu her nevna línubátin Havellen, trolarin Eirik Jall skonnartina Mars, sum bátaskip í Grønlandi, Atlantsfarið, somuleiðis sum bátaskip í Grønlandi og síðan farmaskipini Cathrina, og Hans Hansen, sum sonurin Arne stóð á odda fyri.
Seinasta túrin Hassurin var til skips var við Cathrinu í 1966, tá hevði hann balst á havinum í samfull 55 ár.
Hans Hansen og Cathrina fingu 9 børn, fýra dreingir og fimm gentur.
KELDA vagaskip.fo