Harmast um út­lendska arbeiðs­megi í tóm­gongd

útlendska arbeiðsmegi, hevur gingið fyri einki í longri tíð

Í Eysturoy frættist at eitt páfallandi tal á fólki sum eru komin til Føroya undir tí sonevndu fast-track skipanini fyri útlendska arbeiðsmegi, hava gingið fyri einki í longri tíð.

Hetta hendir hóast galdandi lógar- og regluverk ásetir greitt at útlendingar einans kunnu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum undir hesi skipan treytað av at teir fara av landinum aftur so skjótt teir ikki longur hava fulltíðar starv.

Á Útlendingastovuni viðgongur Sólva G. Dam deildarleiðari at viðgerðin av málum um afturtøku av arbeiðs- og uppihaldsloyvi kann taka upp í fleiri mánaðir, hóast meginreglan er at 14 dagar aftaná at ein persónur sum er komin til Føroyar undir fast-track skipanini ikki longur hevur arbeiði, skal viðkomandi aftur av landinum.

LES ALT HER Harmast um út­lendska arbeiðs­megi í tóm­gongd - FM1

 

Tíðindi