Hanus Kjølbro farin frá eftir 25 ár
Hanus Kjølbro, ið hevur verið í farloyvi sum sjómansskúlalærari, er nú eftir 25 ára starvsdag sín endaliga farin frá.
Í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku eftir próvhandanina hósdagin 20. juni á Sjónámi.
Fyrrverandi sjómansskúlalærari Óli Olsen bar fram eina hugfarsliga og skemtiliga fráfaringarrøðu fyri Hanusi, har hann m.a. mintist á hendan evnaríka mannin sum frá ungum byrjaði læraragerningin á táverandi Klaksvíkar Sjómansskúla. Óli hevði fleiri góðar og skemtiligar anekdotur í síni røðu, ið vóru við at gera løtuna minniliga fyri Hanus og familju hansara umframt gomlu starvsfelagar Hanusar.
Óli handaði Hanusi eitt oljukrit listarverk eftir Olivur við Neyst í fráfaringargávu.
Sjónám