Hanus Hansen, reiðari
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Hanus Hansen, heldur lítið um lógaruppskotið, sum skal svartlista tvey russisk reiðarí - Murman Seafood og Norebo JSC.
Hoyr innslagið niðriundir: Hanus Hansen: Russlandssáttmálin er í vanda | Kringvarp Føroya
Formaðurin í reiðarafelagnum, Hanus Hansen, vil hava klárlagt hvussu stóran part av kvotuni russisku reiðaríini Murman Seafood og Norebo JSC hava. Tí er parturin stórur, kann vandi verða fyri at Russland ikki vil gera nýggja sáttmála við føroyingar.
Tað var í Degi og viku í gjárskvøldið, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, greiddi frá, um ætlanina at svartlista tvey russisk reiðarí. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag stendur spyrjandi og skilir ikki orsøkina til lógaruppskotið, sum varð borið í Løgtingið fyri tveimum døgum síðani.
Tað skrivar Annika Bolton Mortensen