Hanus greiddi frá

Jóhan Christiansen á vitjan hjá JFK.

Í gjár var Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í Klaksvík og vitjaði JFK.

Stjórin í JFK, Hanus Hansen, greiddi frá søguni og gongdini hjá felagnum. Frá byrjanini í Barentshavinum til virksemi, sum í dag fevnir um flakatrolarar, rækjuskip, uppsjóvarskip, línuskip, partrolarar, flakavirki o.a.

Greitt var frá, at ætlanin við at gera mjøl og lýsi til matna umborð á Gadus hevur eydnast væl, og arbeitt verður nú við at at optimera hetta virksemi. Landsstýrismaðurin segði seg fegnast um, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið stuðlar undir hesi menningartilgongd umvegis játtanina Fiskivinnuroyndir.

Høvi var eisini at hyggja seg um á Kósavirkinum, har tey gjørdu upsaportiónir til evropeiska marknaðin.

 

Greitt var eisini frá ætlanum um at nútímansgera partrolaraflotan, og víst varð á ymiskar avbjóðingar og ynski í hesum sambandi.

 

Landsstýrismaðurin takkaði fyri og vísti á, at hann leggur dent á at kunna seg um tað, sum rørir seg í vinnuni.