Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Hann valdi sjógvin fram um klædningin

Eg ætli mær at sigla so leingi, sum beinini bera meg

John Haraldsen valdi sjógvin fram um klædningin

Sum blaðungur umborð á Magnusi Heinasyni fekk hann eina stóra stálsplintu í eygað. Splintan sat sum ein húkur í eyganum í nakrar dagar.

Eg ætli mær at sigla so leingi, sum beinini bera meg, sigur 72 ára gamli, John F. Haraldsen.

Hann hevur verið sjómaður í meira enn 57 ár og hevur upplivað mangt á sjónum.

Sum blaðungur umborð á Magnusi Heinasyni fekk hann eina stóra stálsplintu í eygað. Splintan sat sum ein húkur í eyganum í nakrar dagar.

- Hetta var ræðuligt, og eg bløddi sum ein tarvur, tá eg fekk splintuna av veirinum í eygað. Blóðið rann niður eftir kjálkanum, sigur hann.

John F. Haraldsen hevur eisini upplivað at fáa ein blóðpropp í hjartað, meðan teir vóru til fiskiskap á Munkagrunninum.

- Tá væntaði eg ikki at bera boð í bý, sigur hann 

Tað seinasta nýggja hjá sandavágsmanninum er, at hann hevur keypt sær ein 26 fót bát úr Svøríki.

- Eg havi altíð havt bát, og hetta er ein bátur, sum bæði kann brúkast til fiskiskap og frítíðarsigling. 

Hann sigur, at ætlanin er at hava tríggjar snellur í bátinum, sum hevur ein fastan motor á 230 HK – við aksli og ikki drevi.

- Jú, eg ætli mær at rógva út, tá eg eri heima, sigur John F. Haraldsen, sum vit hava skift orð við.

Lesið áhugaverda samrøðu við John F. Haraldsen, sum er í VikuskiftisSosialinum hesaferð. Blaðið fæst til keyps í blaðsølunum.

Tekstin eigur Vilmund Jacobsen.