Aksel slapp fakfeløgunum undan pensjónsuppskotinum
Áheitan á tinglimir: Fellið hetta uppskotið um hægri pensjónsaldur!. Soleiðis ljóðaði áheitanin frá felagsskapinum Verkafólk, sum Føroya Fiskimannafelag er partur av.
Í áheitani stóð eisini soleiðis: Okkara inniliga áheitan á tykkum tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi er: Fellið hetta uppskotið um hægri pensjónsaldur! Tað er onki meir vandamikið fyri politisku skipanina enn at missa sambandið við gerandisdagin hjá púra vanligum fólkum.
Løgmaður gjørdi eftir áheitanini frá m.a felagsskapinum "Verkafólk" og takk skal hann hava, at hann slapp fakfeløgunum undan pensjónsuppskotinum.
Fiskimenn kunnu ikki hava ein so høgan pensjónsaldur, sum ætlanin var.
Bara Aksel kundi og hann gjørdi tað. Takk.
Myndina eigur kvf.fo

