Handaðu savninum ein kekk

Nevndarlimir hjá Føroya Fiskimannafelag á vitjan í Suðuroy

 

Mánadagin var nevndin í Føroya Fiskimannafelag á ferð í Suðuroy. Umframt ein túr til Vágs, har vitja var á Sluppsavninum og á Ruth Smith savninum, so vóru nevndarlimir og umsiting eisini á vitjan á SALT, Varðanum Pelagic, Delta Seafood og á Tvøroyrar Skjalasavni.

Um kvøldið var Tvøroyrar kommuna vertur við ein døgurða.

Tann 15. juni 2023 samtykti nevndin í Fiskimannafelagnum at lata allar gerðabøkur og alla skjalagoymsluna í varveitslu á Tvøroyrar Skjalasavni.

Tann 26. juni 2023 undirskrivaðu Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag og Kári Jespersen frá Tvøroyrar Skjalasavni undir avtalu um, at Tvøroyrar Skjalasavn skuldi taka sær av skjølunum í framtíðini.

Nú øll skjølini eru skrásett og fingin uppá pláss, beyðs høvi hjá nevndini at síggja vælskipaða savnið. Millum skjølini eru eisini tey allarelstu – tey eru frá 1910, árið fyri stovningarár felagsins.

Í samband við vitjanina á Tvøroyrar Skjalasavni kundi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, handað Kári Jespersen, savnsleiðara og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørði ein kekk á 25.000 kr.,  sum tøkk fyri stóra arbeiðið savnið gerð.

Á myndini eru tað frá vinstru:  Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, Kári Jespersen, savnsleiðari, Magnus Pauli Glerfoss, Sámal Poulsen, Hans Vilhelm Danielsen, Sniálvur Røvilsberg, Sólberg Olsen, Per á Sýnini og Jan Højgaard  

Fleiri myndir niðanfyri.