HALDIÐ FINGRARNAR VEKK FRÁ PENSJÓNSALDRINUM!

Heilsuhjálparafelag Føroya

Vísandi til omanfyrinevnda lógaruppskot, har ætlanin er at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár, meta vit ikki, at mann í nóg stóran mun hevur gjørt sær greitt, at innan okkara øki, eru fólk útslitin, áðrenn tey gerast 67 ár.

Uppskotið vísir til haldførið í búskapinum og at búskapurin ikki er haldførur sum nú er, men meta vit, at tað eru nógvir aðrir møguleikar fyri, at fáa haldførið í búskapinum at hækka.

Víst verður til, at framskundað pensjón kann veitast 3 ár áðrenn galdandi pensjónsaldur, men tá pensjónsaldurin hækkar, verður aldurmarkið fyri, nær mann kann fáa framskundaða pensjón, hækkað, fyrst til 64 1/2 ár og frá 2030 til 65 ár. Hetta merkir, at vit koma at hava nógv fleiri útslitin fólk innan eldraøkið, enn vit hava í dag.

Mann vísir til, at føroyingar liva longri, og flestu føroyingar liva longri við góðari heilsu. Tað er helst so, at nógv hava góða heilsu, men tað eru nógv, ið eru útslitin longu við 60 ára aldur, serliga innan okkara fak. Vit sakna, at mann í nóg stóran mun tekur hædd fyri hesum.

Tá vit hyggja eftir tølunum fyri útgjøld við óarbeiðsføri, gjaldsundantøku og bráðsjúku fyri okkara limir, eru hesi tølini vaksandi, og er okkara bólkur nógv tann dýrasti at tryggja, og var hetta orsøk til, at tryggingargjaldið hækkaði í januar 2023 og kemur at hækka aftur í 2025.

Eitt annað, ið eisini ger seg galdandi er, at um pensjónsaldurin verður hækkaður, mugu allar avtalur við tryggingarfeløgini hækka tilsvarandi, so at hesar fylgja pensjónsaldrinum. Hetta merkir, at longu nú fáa vit at vita, at gjøldini, ið okkara limir skulu gjalda fyri tryggingar so sum lívstrygging, og bráðsjúkutrygging eru hækkaðar, og koma at hækka enn meir í samband við, at pensjónsaldurin hækkar. Hetta kemur av, at vandi fyri skaðum gerst størri, eldri mann er innanfyri okkara fakøkið. Her er vert at leggja merki til, at 90% av okkara limum arbeiða niðursetta tíð, og tí er tað ikki í lagi, at tey somuleiðis skulu fáa eyka útreiðslur til tryggingar.

Viðvíkjandi AMEG, er talan um pening, ið allir skattgjaldarar í Føroyum gjalda av skattaðum pengum, og tá AMEG verður goldið út aftur, verður hesin peningur skattaður aftur, hetta merkir at her er talan um eina dupulskatting.

Víst verður á, at pensjónistar sleppa lættari, teir rinda ikki barsilsgjald, til AMEG ella ALS. Somuleiðis rinda pensjónistar lægri kringvarpsgjald og lægri egingjald fyri heilivág.

Okkara sannføring er, at pensjónistar hava goldið til hesar skipanir líka fram til pensjónsaldur, og tí er tað rímiligt, at mann sleppur undan at gjalda til hesar skipanir, eftir at teir hava nátt pensjónsaldur.

Heilsuhjálparafelag Føroya tekur frástøðu frá hesum uppskoti, um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár galdandi fyri okkara limir. Tað má differentierast millum hvat slag av arbeiði fólk hava og hvussu nógv ár tey hava verið á arbeiðsmarknaðinum.

Vit síggja hetta uppskotið sum eina háðan ímóti okkara limum, ið sum áðurnevnt longu eru útslitnir áðrenn pensjónsaldurin, og tískil taka vit ikki undir við hesum uppskotinum.

Heilsuhjálparafelag Føroya