Hagstova Føroya fer nú at kanna nýskapanina í føroyskum fyritøkum og stovnum

Er nýskapanin á sama stigi í Føroyum sum í øðrum londum?

Hagstova Føroya fer nú at kanna nýskapanina í føroyskum fyritøkum og stovnum. Kanningin verður afturvendandi.

Talan er um tvey ymisk spurnabløð, eitt til fyritøkur og eitt til stovnar. Spurnakanningarnar verða gjørdar árliga og verða send fyritøkum og stovnum í vikuni.

Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið og Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Nýskapanin í tí privata

Spurnakanningin til føroysku fyritøkurnar skal kanna í hvønn mun tær menna nýggjar vørur og tænastur til marknaðin. Hugt verður harumframt at nýskapanartilgongdum, útreiðslum til nýskapan, fígging av nýskapan, samstarv um nýskapan og arbeiðsgongdum til at fremja nýskapan.

Spurnakanningin er skipað eftir altjóða leisti, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Spurnakanningin eitur á enskum Community Innovation Survey og er skipað av hagtalsmyndugleikanum í ES, Eurostat. Kanningin hevur verið gjørd í øllum londum í ES í tretivu ár.

Seinasta kanningin vísti millum annað, at býtið av nýskapandi fyritøkum, sum mentu nýggjar vørur ella tænastur til marknaðin, var hægst í Belgia, Finnlandi, Slovenia, Noregi og Grikkalandi.

LES ALLA GREININA HER Er nýskapanin á sama stigi í Føroyum sum í øðrum londum? - (gransking.fo)