FF sigur nei til hækking av pensjónsaldrinum

Pensjónistar skulu sleppa at arbeiða, uttan mótrokning í pensjónini

 

Almanna- og mentamálaráðið í dag sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 hækkar stigvíst úr 68 upp til 70 ár. 

Føroya fiskimannafelag hevur fingið uppskotið til hoyringar, frá Almanna- og mentamálaráðnum - "Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir"

Uppskotið hevur til endamáls at hækka at pensjónsaldurin.

Føroya Fiskimannafelag tekur als ikki undir við uppskotinum. Fiskimenn eru merktir av teirra langa og harða arbeiðslívi á sjónum, tí eru teir slitnir langt áðrenn teir fylla 67 ár. At hækka pensjónsaldurin er bara at steinur oman á byrðu.

Vit vilja halda fast við 67 ára pensjónsaldurin. 

Hinvegin tekur Føroya Fiskimannafelag undir við, at pensjónistar sleppa at arbeiða, uttan mótrokning í pensjónini.

Svar til Almanna- og Mentamálaráðið

Vit hava sent stutt hoyringarskriv til Almanna- og Mentamálaráðið, har vit siga nei at hækka pensonsaldurin.  

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag