Gunnar Nolsøe í KVF
Og kappingin hesa ferð verður millum farmaskipið Glyvursnes og loðsbátin Tjørnunes
Føroyar eru siglandi tjóð, og føroyingar gera seg galdandi á øllum heimsins høvum. Og tað merkist, tí nógvir føroyingar fylgja væl við í tí, sum fyriferst á sjónum.
Og júst hendan vitanin er reyði tráðurin í spurnarkappingini Skipsboð, ið verður send beinleiðis mikumorgnar klokkan 10, og kappingin er millum skip.

