Gundur Johansen útlærdur maskinsmiður

Hátíðarløta var á Varðanum Pelagic í dag, í samband við at Gundur Johansen hevur nomið sær útbúgving sum maskinsmiður.

Løtan var hildin í kantinuni saman við hansara nærmastu og starvsfeløgum. Virkandi maskinleiðari Aron Sørensen helt røðu fyri Gundi og handaði honum gávu frá felagnum.

Vit á Varðanum Pelagic ynskja Gundi hjartaliga til lukku við útbúgvingini og fegnast um, at Gundur heldur fram í starvi hjá okkum.