Gulllaksakvotan í 2023 er ásett
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av, at gulllaksakvotan í føroyskum sjógvi í 2023 verður 12.800 tons. Kvotan var 18.000 tons í fjør.
Ásetta kvotan í 2023 leggur upp fyri tilmælinum frá ICES. Tað tilmælið er fyri gulllaksin í føroyskum sjógvi og gulllaksin vestan fyri Skotland undir einum. Í 2023 er tilráðingin, at tað ikki verða fiskað meira enn 17.000 tons av gulllaksi í øllum hesum økinum. Hetta er 30 prosent minni enn í fjør.
Søguliga hava føroysk skip fiskað 75 prosent av gulllaksinum.
Fiskiskapurin hevur síðani 2014 verið skipaður við kvotum. Somu seks trolararnir, sum høvdu loyvi í fjør, sleppa at fiska gulllaks í ár.
Uppskotið til kunngerð liggur her á síðuni undir uppskot til ummælis.