Grønlandstoymið virkið í Nuuk.
Hesa vikuna vitjar Grømlandstoymið hjá Sjómansmissiónini í Nuuk. Hetta er 12 árið toymið vitjar grønlandska høvuðsstaðin. Í 2021 var ikki gjørligt at vitja vegna koronu, og tí eru tað tvey ár síðani seinastu vitjan.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin - Myndina eigur TJ-myndir
Í ár telur toymið 10 fólk, harav helvtin hevur verið við fyrr.
Sjómansheimið í Nuuk er miðstøð fyri vitjanini. Har býr toymið og hevur andaktir og bíbliutíma.
Toymið skal eisini vitja ellisheim, dagtilhald fyri eldri fólk, fangahúsið, Frelsunnarherin, Bláa kross og aðrastaðni.
Ávegis til Grønlands hevði toymið andakt umborð á frystilínuskipinum Masilik á Hafnafjørðinum í Íslandi og hevur havt andakt umborð á trolaranum Polar Prinsess í Nuuk.
Góð móttøka hevur verið allastaðni og nóg mikið er at gera, so tað er hugaligt.
Tað er Guds orðið, sangurin um Jesus, bønin og hjálparhondin, sum eru amboðini hjá toyminum.
Toymið takkar fyri stuðul og forbøn.