Gróðurin á Landgrunninum
Plantuplankton
Eins og á landi, eru eisini í sjónum føðiketur við fleiri liðum. Fyrsti liður er plantuplankton. Hesi eru evarska smáar plantur, oftast 1/10-1/100 mm til støddar, sum sveima uppi í sjónum og sum við sólarljósinum sum orkukeldu gera síni lívrunnu evni úr ólívrunnum evnum í sjónum. Plantuplankton er sostatt, beinleiðis ella óbeinleiðis, føðigrundarlagið undir øllum djóralívinum í havinum.
Vanligt plantuæti í føroyskum sjóøki.
Av tí at gróðurin fær orkuna úr sólarljósinum, er hann næstan bert í teimum ovastu 50-80 metrunum av sjónum, har nóg mikið er av ljósi. Á okkara leiðum er næstan allur gróðurin um várið, summarið og nakað út á heystið. Um veturin er ov lítið av ljósi til gróður.
Tøðevni í sjónum kunnu eisini vera við til at avgera, hvussu nógvur gróður er. Hetta eru evni, sum algurnar upptaka úr sjónum og sum verða brúkt tá algurnar vaksa. Viðhvørt kunnu summi av hesum evnunum verða brúkt upp, og tá kunnu tey avmarka gróðurin. Hetta kann henda ovarlaga í sjónum um summarið, um lítið av djúpari sjógvi við tøðevnum í verður blandaður upp í tann ovasta og ljósa partin av sjónum. Serliga er vanligt, at nitrogen, fosfor og (serstakt fyri kisilalgur) silisium kunnu avmarka gróðurin.
LES ALLA FRÁGREIÐINGINA HJÁ HAVSTOVUNI HER Plantuplankton - Havstovan