Grækarismessuhald í Naddoddaneystinum
Grækarismessuhald í stórkava
Hóast nógvar avlýsingar í kavaveðrinum í gjár, var nakað av fólki samankomið í Naddoddaneystinum og tað var stak hugnaligt. Nýggi formaðurin, Bergur Jacobsen legði fyri og Tv hornorkestur spældi várligar sangir.
Jónleyg Bech, býráðslimur, helt røðu og endurgeva vit hana her:
Grækarismessa 2023
Góðu tit, ið eru komin her í dag
Fyrst av øllum vil eg takka fyri høvið at siga nøkur orð her í dag. Eg eri ikki tann stóri røðarin, so hetta verður ikki ein av teimum heilt longu røðunum, men eg fari at gera eina roynd allíkavæl.
Í dag er grækarismessa. Dagurin hevur fingið navnið eftir Grækaris Mikla, ið var pávi frá ár 590 til hann doyði 12. mars í 604. Hesin dagurin hevur ikki altíð verið kallaður so í Føroyum. Mær er fortalt, at fram til miðskeiðis í 1950unum varð hann kallaður Fugladagur. Nærliggjandi er at hugsa, at hetta navnið kom av, at hesa tíðina var aftur meira fuglur at síggja.
Eg skal ikki gera meg klóka uppá, hvat av hesum heitum er mest hóskandi, men her í Føroyum halda vit ikki Grækarimessu til minnis um Grækaris Mikla, men fyri at fagna okkara tjóðfugli tjaldrinum, ið sum flytifuglur á hvørjum ári kemur aftur til okkara á hesum degi 12. mars, eftir at hava leitað sær í heitari lond fyri veturin.
Tjaldrið er at síggja í Føroyum alt summarið og er tað eykent við sínum langa reyða nevi og longu beinunum. Tjaldrið kemur aftur at reiðrast á sama stað á hvørjum ári, um tað fær fri at vera har.
Eg fái altíð eina sovorna góða kenslu, tá eg hoyri fyrsta “tjaldursklippið” hesa tíðina. Eg havi tó ikki hoyrt nakað enn í ár.
Jákup Dahl sigur tað so gott í sanginum Tjaldur ver vælkomið frá 1907:
Men kemur tú, tjaldur, ár eftir ár,
tú, boð um ljósari tíðir,
so skal tað kennast um landið alt,
tað tekur at sumra umsíðir.
Veðrið hesar seinastu dagarnar ber ikki akkra boð um, at tað tekur at sumra beint nú, nú kavin hevur ligið alla vikuna. Tað sigst, at várið byrjar 1. mars, men eg ivist í, um várið sjálvt veit av tí.
Men hóast veðrið ikki altíð er, sum vit kundu hugsað okkum tað, so eru tjøldrini í mínari verð eitt tekin um, at várið nú er í hondum ella í hvussu er ikki er so langt burtur. Eitt tekin um, at langi, myrki veturin nú fer at missa takið, at dagarnir gerast longri, og at skjótt gongur móti ljósari tíðum.
At náttúran nú vaknar úr dvala aftur aftaná veturin, at fjøllini fara at grønkast og at blómur, runnar og trø byrja so smátt at spretta. Fuglasongur verður aftur at hoyra, smáfuglarnir vera fleiri at síggja og tað verður kanska heldur ikki so longi til fyrstu smálombini vera at síggja spælandi á bønum.
Hetta er eisini tíðin tá kappróðrarbátarnir verða flotaðir og aftur eru at síggja á fjørðinum, og við Stórá byrja bæði stór og smá at samlast aftur, bæði sum íðkarar og áskoðarar.
Spælandi børn hoyrast, fólk síggjast meira úti og býurin lívnar upp aftur við øllum teimum aktivitetum, ið hoyra várinum og summarinum til. Alt er bara hugaligari og fellur lættari, tá várið er í hond.
Vit føroyingar eru ikki so ólíkir tjaldrinum. Fleiri okkara leita okkum í ungum árum í onnur lond at lesa ella virka. Nógv velja at flyta heim aftur á klettarnar eftir nøkur ár uttanlands, og koma tey tá heim við nýggjum íblástri og lærdómi til gagns fyri samfelagið og okkum, ið her búgva.
Men tað eru eisini tey, ið velja at vera verandi her og geva teirra íkast á staðnum heldur enn at fara avstað, hetta eisini til gagns fyri staðin her og okkum øll, ið her búgva.
Í einum framkomnum og vælvirkandi samfelagi er tørvur á øllum hesum – bæði teimum, ið fara og koma aftur, og teimum, ið ikki fara. Og hesi hava tørv á hvørjum øðrum fyri at kunna liva og virka í slíkum samfelagi.
Eins og tjaldið ikki er einasti flytifuglur í Føroyum, so eru føroyingar heldur ikki tey einastu, ið flyta til Føroyar, tí ikki øll, ið flyta higar, eru føroyingar av uppruna. Í Føroyum búgva fólk úr 110 ymiskum londum, og her kring fjørðin búleikast fólk úr ikki færri enn 24 ymiskum londum.
Ymsar eru orsøkirnar til, at tey eru komin til Føroyar og á Tvøroyri, tað kann vera alt frá kærleika, arbeiði ella ítrótti til kríggj, men tey hava øll eitt til felags – tey hava øll valt at búseta seg her á staðnum.
Tey eru ein natúrligur partur av býarmyndini, arbeiðsplássum og felagslívinum sum heild. Tey ríka felags- og mentanarlívið her við teirra íkasti og geva gjøgnum teirra luttøku í samfelagnum innlit í mentanir, ið vit annars kanska ikki høvdu møguleika at uppliva á sama hátt tætt uppá.
Slíkt fjølbroytni í fólkasamansetingini kann vera gott og mennandi fyri eitt samfelag, tí tað hevur ofta við sær rúmligheit og forstáilsi fyri hvørjum øðrum, og er á hendan hátt við til at fyribyrgja og bróta niður fordómar og trongskygni, um tikið verður gott og rætt ímóti tí.
Seinastu árini hevur Bátafelagið Naddoddur skipað fyri grækarismessuhaldi á Tvøroyri, og tað skulu tit hava hjartans tøkk fyri og fyri tað stóra sjálvbodna arbeiðið, ið felagið ger okkara borgarum og býi at frama.
At kunna samlast til slík tiltøk sum hetta her í dag og hittast í felagsskapi við onnur fólk, tað verið seg innan mentan ella ítrótt, í bindiklubbi ella bara eitt støkk inn á gólvið hjá grannanum er ein grundleggjandi tørvur hjá flestu okkara sum menniskju. Men hetta er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað lærdu vit 12. mars fyri trimum árum síðan, tá allur heimurin legðist lamin frá degi til dags.
Tað var ein sera strævin tíð hjá nógvum, og ein tíð, sum vit øll nokk hevði vilja verið fyri uttan. Men um ikki annað so lærdu vit at virðismeta samveru, felagsskapin og slíkar løtur sum hesa enn meira.
Mín boðskapur her í dag skal vera at minnast til týdningin av samanhaldi og felagsskapi, at taka væl ímóti teimum, ið velja staðin her til og at rúm er fyri okkum øllum her, um vit ynskja tað.
Eg fari at enda við enn einaferð at takka fyri, at eg fekk høvið at siga nøkur orð her í dag og fari at ynskja tykkum øllum eina góða grækarismessu og eitt gott vár.
Takk fyri.