Gott skip
Eitt ár er nú farið síðani nýggi frystitrolarin, Akraberg, kom í flotan. Manningarnar, sum samanlagt hava verið umborð í mánaðir, kenna nú skipið og útsøgnirnar um trolaran, eru sera jaligar.
- Akraberg er eitt frálíkt skip og er besta og róligasta skipið, eg havi siglt við. Harafturat hevur skipið riggað væl frá nærum fyrsta degi, hóast onkrar smávegis broytingar og betringar kunnu gerast enn!
Tað sigur, garvaði trolmaðurin, Dánial Jacobsen, sum eisini sigldi við gamla Akrabergi.
- Verksmiðjan hevur riggað væl, og tað mesta, vit hava hagreitt og fryst í eitt samdøgur, er 86 tons av avhøvdaðum fiski, sigur hann.
- Síðsti túrur vardi tveir mánaðir, og vit høvdu 850 tons av frystum fiski og 500 tons av súrløgi. Tveir mánaðir tykjast kanska drúgvir, tí nógvu undanfarnu túrarnir hava verið styttri, men fyrr var tað als ikki óvanligt við tveimum mánaðum ella longri, sigur Dánial.
- Nú riggar manningin, sum var við síðsta túr, skipið, til nýggjan túr, sum verður eftir rækjum.
Hetta verður fyrsti rækjutúrur hjá hesum Akrabergi, so tað verður spennandi. Harafturat er ætlanin at kóka stóru rækjurnar og pakka tær í fimm kilo eskjur. Smáu rækjurnar vera ikki kókaðar, men frystar í 20 kilo blokkar, eins og gjørt varð við allar rækjurnar við gamla Akrabergi, sigur Dánial Jacobsen.
Akraberg fór avstað fyrr í vikuni og Eyðun á Bergi er skipari.
Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.
MYND: Dánial Jacobsen (Mynd: Sjómansmissiónin)