Gott at okkara ungu hava áhugað fyri fiskivinnuni
Seinastu árini hevur verið stór kapping um arbeiðsmegina í Føroyum, og innan fleiri vinnugreinar er mangul uppá arbeiðsmegi. Hetta er eisini lutvíst galdandi í fiskivinnuni á landi og sjógvi.
Eins og onnur lond í Norðurlondum fara tey flestu av okkara ungu eftir fólkaskúla og miðnámsskúla undir førleikagevandi útbúgving. Fyri áhaldandi at menna fiskivinnuna, sum er eitt týðandi grundarlag undir vælferðini í Føroyum, hevur tað stóran týdning, at okkara ungu eisini hugsa fisk og fiskivinnu, tá tey velja útbúgvingarleið.
Í februar vitjaðu tvær gentur úr 9a úr skúlanum á Argjahamri í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum í sambandi við verkætlan um fiskivinnuna. Tær báðar, Ester Fríða Olsen og Jodvig Finnleyg Dansdóttir, høvdu í sambandi við verkætlanina fyrireikað fleiri spurningar, sum landsstýrismaðurin greiddi teimum frá á vitjanini.
“Eg haldi, tað er ómetaliga gott, at okkara ungu hava áhugað fyri fiskivinnuni, tað eru jú tey, sum eru næsta ættarlið innan fiskivinnuna og í framtíðini skulu gera av, hvørja leið okkara fiskivinna skal fara.
Eg gleðist eisini um, at skúlanæmingar við áhuga fyri økinum venda sær til okkum, og havi eisini í hyggju at brúka enn meiri tíð uppá at kveikja áhugan hjá okkara ungu í fólka- og miðnámsskúlunum fyri føroysku fiskivinnuni,” sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.