Golden Harp í smálíki
Henda myndin sýnir Golden Harp í smálíki. Modellskipið hongur í Skopunar kirkju. Tá ið eg herfyri royndi nýggja Sandoyartunnilin við sínum vøkru myndum og kom til Skopunar, syrgdi daman á kommunuskrivstovuni fyri, at eg slapp inn at avmynda skipið. Takk fyri tað.
Rovini av Golden Harp liggja, sum mong vita, á Hvalvík. Tvímastraða sluppin var smíðað í 1874 í bretska ermarsundsbýnum Brixham, sløk 70 tons brutto og hevði seinastu árini 60 hesta Gideon motor.
Heimildarmaður sigur, at Golden Harp lá fyri teymi á Hvalvík, tá ið illveður brast á. Hon dró akkerið, strandaði á Streymnesoyrini og varð liggjandi. Hetta hendi um 1922. Sum skilst, royndi sjóverjuskipið Beskytteren at toga hana av aftur, men hetta eydnaðist so ikki.
26. februar 1903 keypti Niels Juel Joensen av Selatrað Golden Harp úr Bretlandi. Í august sama árið lógu teir á Siglufirði í Íslandi. Stilli var, og einans við seglum slapst ikki út. Niels Juel bað skiparan á guvuskipinum Perwie um sleip, og í Tingakrossi sama heystið takkaði hann fyri hjálpina. Hetta brotið:
”At vi ved denne kaptajnens velvilje sparede baade tid og arbejdskraft, siger sig selv, og dertil kom yderligere en særdeles god fangst, som vi var saa heldige at gøre, straks efter at vi var udkomne.”
Eftir nøkur eigaraskifti keypti Ebbe Joensen, skipari, úr Skopun í 1907 Golden Harp saman við Rasmus Joensen úr Hesti og Peter Mohr Hansen úr Kollafirði. Í 1910 keypti Ebbe Joensen partarnar hjá hinum báðum, so at hann átti sluppina einsamallur.
Í 1921 keypti Valdemar Lützen, Konsul í Tórshavn, Golden Harp frá Ebba Joensen, og í 1923 keypti Mathias Jacobsen, skipasmiður av Selatrað, skipið frá Valdemar Lützen.
Heimildarmaður sigur, at Mathias Jacobsen plagdi at umvæla sluppir og keypti skipið at nýta sum eykalutir. Golden Harp varð strikað úr skipaskrásetingini 4. oktober 1924.
Óli Olsen