Gøtunes, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Høgaberg

fingið lodnukvotu í íslendskum sjógvi

 

Fýra uppsjóvarskip hava fingið lodnukvotu í íslendskum sjógvi.

Men kvotan er smábýtt, tí kunngerðin um størru kvotuna er ikki komin enn.

Kunngerðin, sum nú er, sigur, at føroyska kvotan er 1.760 tons, men síðani er íslendska heildarkvotan vorðin nógv størri.

Og sambært tí eiga Føroyar nú 9.446 tons.

Gøtunes, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fingið góð 293 tons hvør, og Høgaberg hevur fingið 440 tons av lodnu.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo