Góðskan á bankatoskinum er tann sama

fiskifrøðingur mælir til at bíða við fiskiskapinum á Føroyabanka til í heyst

- Góðskan er tann sama sum tey seinastu árini.

Tað tað Gundur Sørensen, skipari á llínubátinum Anru, hóast størsti toskurin av Føroyabanka verður seldur fyri áleið 30 krónur fyri kilo.

Prísurin er umleið 10 krónur minni enn fyri størsta toskin av landgrunninum.

Í farnu viku søgdu fiskifrøðingurin, Petur Steingrund, og Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya, at hetta er ringasta árstíð at fiska tosk á Føroyabanka, um hugt verður at góðskuni og prísinum. Rættast hevði verið at bíðað til í heyst, tá toskurin aftur er feitur, halda teir. 

Gundur Sørensen hevur roynt á Føroya Banka síðani 2019. Hann er ikki av somu áskoðan, at hetta er ringasta árstíð at fiska bankatosk. Góðskan á bankatoskinum er nevniliga ikki nógv øðrvísi nú, enn aðrar tíðir á árinum, sigur hann.

Og tí fer Anru aftur á Føroya Banka at royna gjøgnum summarið, hóast fiskifrøðingar siga, at frægast er at bíða til í heyst.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:  Skipari: Góðskan á bankatoskinum er tann sama | Kringvarp Føroya

Tað er Heini Johannesen sum lagt hesi tíðindi á kvf.fo