Glyvrar: Glibrianernes færden- røða, sum Torbjørn Jacobsen flutti fram tá Bakkafossur kom
Annika Frederiksberg doypti skipið, sum fekk navnið Bakkafossur.
Í bókini “Av bekki á skipabunka”, sum Óli Olsen, Óli á Dalinum, hevur skrivað, og gav út í árinum sum nú er farið, fáa vit eitt sera gott innlit í avbjóðingarnar, sum okkara forfedrar hava havt við at koma til og frá Oyggjunum. Onkuntíð kom eitt, okkurt annað árið tvey og viðhvørt onki skip til landið, ið hevði og hevur so stóran tørv á vørubýti. Berligt á mangan hátt og í aðrar mátar ríkt, serliga í maritima møguleikanum.
Tí kom tað ikki av ongum, at so stórur áhugi var fyri skipum í mínum ungu døgum, - at vit dugdu skipalistan í Álmanakkanum uttanat, - at skúlabørn í høvuðsstaðnum fingu frí úr skúlanum, táið nýbygningar fóru úr barkastokki og at vit ofta vóru á Skála, táið skip við ferð vórðu slept oman av lunnum úr Byggihøllini. Stórir dagar. Hátíðardagar. Var sjálvur staddur nær skipasmiðjuni í Havn, táið frystilínuskipið Váðasteinur var doypt og fór úr barkastokki.
Legendan Jóhan Simonsen, skyldmaður okkara úr Hoyvík, Jóhan í Hoyvík vanliga nevndur, átti skipið, men hann hevði havt eitt strik og lá á Hospitalinum. So stór hending var hetta kortini fyri hann, so sára sjálvsagt, at hann rýmdi av sjúkrahúsinum, og brádliga stóð hann har á bedingini, táið stálið smildraði sjampanjufløskuna og guvan stóð frá henni. Hann var tá 73 ára gamal og sigldi sum skipari við Váðasteini í mong ár eftir hetta. Tað var hann sum helt fyri við manningina, tá var hann farin væl av 80 árum, teir vóru tá fyri tað nógva á hemaraveiði við Labrador og við Ný Funnalands strendur, at ikki skuldi tað loysa seg, at bróta túrin av, um hann doyði. Av elli. Hóskiliga kundu teir stúva hann av í frystilastini, og lata hann liggja har, til teir einaferð vóru heima aftur við fullari last.
Ein onnur broyting í okkara tíð er, at hendan dagin Jóhan kom á gátt hjá Poul Mohr við einari skitsu av Váðasteini, sum hann sjálvur hevði teknað, helt stjórin fyri við hann, at handan tíðin var farin. Nú máttu tøkni- og fíggjarligir ráðgevar, meklarar og advokatar upp í part - skuldi eitt skip smíðast. Táið Jóhan so helt fyri, at so mátti hann fáa onkran annan at smíða sær skipið, toygdi Poul seg, og lat sær siga. Teir báðir tóku í hondina á hvørjum øðrum í vissuni um, at eitt orð er eitt orð og at ein maður er ein maður. Og tað gekk eisini – báðir partar vóru nøgdir.
Í einum brævi, sum William Heinesen skrivar til Jørgen-Frantz Jacobsen fyri 90 árum síðan, umrøður hann tað monstrøsa brævið “Koh-i-Noor”, og rør líkasum framundir, at vinmaðurin átti at fari undir at skrivað eina skaldsøgu. Og hann eggjar honum við orðunum: “Der er undertiden en lidt fattig ærlighed i dit blik,.....LES ALLA RØÐUNA HER https://runavik.fo/news/2993/glibrianernes-faerden