Givnir at leita

Tað var kl. 07.00 tann 06. februar at Kambur fekk ein sjógv sunnan fyri Føroyar og sakk stutt aftaná.

Í gjárkvøldið komu boðini at tað ikki verður leitað meira eftir teimum báðum monnunum á Kambi, sum eru saknaðir. 

Tað var kl. 07.00 tann 06. februar at Kambur fekk ein sjógv sunnan fyri Føroyar og sakk stutt aftaná.

Tað var stór leiting sett í verk beinanvegin. Bjargingartyrlan, Brimil, Hamranes, Breiðanes, Sandshavið, Hoffell, Lazurnyy, Sheanne, Bardi, Suðuroyar Sjúkrahús, Royal Danish Airforce, Arktisk kommando, RAF, Veðurstovan, Tjaldrið og Politi

Leita var fyrstu dagarnar við skipum og síðan við tyrlu og flogførum. 

16 mans vóru við Kambi tá hann sakk 17 fjórðingar ein útsynning úr Akrabyrgi týsmorgunin. 14 teirra vóru bjargaðir av tyrluni. Tveir - ein 47 ára gamal og ein 57 ára gamal, komu ikki afturíaftur.

Skipalistin eigur myndina