Gevið ikki russum fleiri undantaksloyvi at órógva føroyingar
Opin áheitan og áminning til Fiskimálaráðið, landsstýrið og uttanlandsnevndina í sambandi við møguligar sáttmálasamráðingar við Russland.
Nú støða skal takast um Føroyar skulu fara til fiskivinnusamráðingar við Russland, er umráðandi, at okkara fólkavaldu eru upplýst til fullnar fyri at kunna taka røttu avgerðina fyri Føroyar.
Myndina eigur Birgir Waag Høgesen.
Vit koma ikki uttanum, at russiska virksemið við føroyskan bryggjukant er stórsta orsøkin til, at borgarar í Føroyum ikki fáa heimafrið. Og veruleikin er, at Føroyar sjálvar, við galdandi fiskivinnusáttmála við serloyvum, loyva hesum óúthaldiliga larmandi virksemi.
Í galdandi fiskivinnusáttmála við russar verður givið undantaksloyvi, sum víkur frá føroyskari sjófeingislóg. Undantaksloyvi loyvir russum at umskipa við bryggjur í Føroyum, sum annars ikki er loyvt. Tí sambært „løgtingslóg nr. 152 § 26, stk.1 (Sjófeingislógin)“, er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátt úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.
Men við heimild í „Kunngerð nr. 191 frá 22. desember 2021 um skipan av fiskiskapinum hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2022, § 30 stk. 2“, kann Vørn loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn, samsvarandi galdandi NEAFC-reglum hesum viðvíkjandi.
Føroyar geva sostatt russum serloyvi til at umskipa við føroyskar havnir. Júst hetta serloyvið hevur álvarsamar avleiðingar fyri føroyingar. Russisku skipini halda nevnliga óvanliga nógvan gang, og fleiri av frystiskipunum, sum verður umskipað til, larma eisini langt yvir øll mørk.
Fyrr í ár almannakunngjørdi Heimafriður eina kanning hjá felagnum, sum avdúkaði eina týðiliga mynd av, hvat virksemi er atvoldin til flestu amparnar av larmi. Kanningin vísur nevnliga, at 76 % av øllum klagum, vóru vegna umskiping av russiskum skipum, við føroyskar havnir, í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 31.mars 2022.
- 55 % av samlaðu ljóðmátingunum í tíðarskeiðinum eru av skipum undir russiskum flaggi.
- 21 % eru skip undir “øðrum flaggi”. Hyggja vit nærri at hesum bólki av skipum, er talan oftast um frystiskip, sum taka móti fiski frá russisku fiskiskipunum. Tískil roknar felagið hesi skip at vera partur av serliga russiska virkseminum við føroyskar havnir.
- Áleið 10 % av bólkinum “onnur skip”, eru onnur útlendsk skip, sum ikki er tengd at russiska undantaksloyvinum at umskipa við bryggju
- 14 % eru føroysk skip.