Gera stórar dagføringar umborð

Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í summar

Pelagiska nóta- og trolskipið, Norðborg, tekur seg væl út við bryggju í høvuðsstaðnum.

Skipasmiðjan Mest, ger stórarbeiði umborð, tí gamla verksmiðjan og frystiútgerðin er tikin úr og nýggj verksmiðja og nýggj frystiútgerð skal setast í.

Á sjálvari verksmiðjuni og í frystingini verður nærum øll útgerðin nýggj, og "sekkingin" av mjølinum verður flutt eina hædd upp.

Harafturat skal lyft gerast í skipið, dekkið millum brúnna og bakkan skal innilokast og aðrar dagføringar gerast. Arbeiðið kemur at taka nakrar mánaðir og verður eftir ætlan liðugt í summar.

Í morgun vóru menn hjá Mest, millum annað, í holt við at vatnblása dekkið á verksmiðjuni við 3000 bar trýst, so dampur var í rúminum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, meðan menn vóru í gongd við ymisk arbeiðir.

Fýra av maskinmonnunum arbeiddu eisini umborð, har ymiskt er at gera og taka hond í.

Í kaffisteðginum var tíð tikin til prát, Guds orð og bøn.

Tá mynd skuldi takast av Norðborg, stóð ælabogin á himlinum. Ælabogin var tekinið Gud gav Nóa um, at jørðin ikki skuldi ganga undir aftur við vatni.. (1. Mós.9,13) Sambært Sprotanum er ælabogin: “sjeylittur bogi á luftini”

TTeimum umborð á Norðborg og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska sjómansmissiónin. TJ-myndir

Fleiri myndir er á facebook-vanganum hjá Sjómansmissiónini.