GEORG F. HANSEN AFTURVALDUR FORMAÐUR

Marjun S. Debes úr Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun varð vald í nevndina

Síðsta fríggjadag var árligi aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Á nevndarvalinum varð Georg F. Hansen afturvaldur sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Georg hevur sitið sum formaður síðan 2011.

Tvey vóru fyri nevndarvali hesaferð. Amy Johannesen og Jógvan Páll Johannesen. Amy varð afturvald og Jógvan Páll stillaði ikki upp aftur.

Marjun S. Debes úr Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun varð vald í nevndina.

Vit takka Jógvan Páll Johansen fyri drúgva tænastu í nevndini hjá Føroya Arbeiðarafelag og ynskja Marjuni hjartaliga vælkomnari.

Í nevndini sita sostatt:

Georg F. Hansen, formaður

Elin K. Sørensen, næstforkvinna

Maud Túgvustein

Sunrid Vang

Suni Mortensen

Amy Jacobsen

Marjun S. Debes

Hjartaliga tillukku, øll somul, og vit gleða okkum til gott samstarv.

Føroya Arbeiðarafelag