Gamla Sandshavið er nú selt og eitur nú VESTURLEITIÐ

22. mai kom nýggja Sandshavið til Føroyar. Talan var um eitt frystilínuskip, sum skuldi avloysa undanfarna Sandshavið, sum er eitt ísfiskalínuskip.

Skipið var keypt fyri umleið 17 milliónir krónur, og áðrenn skipið skuldi til fiskiskap undir føroyskum flaggið skuldu ymsar dagføringar gerast hjá Mest. 

Gamla skipið broytti navn frá Sandshavið til Sandsvág1.

Hvat skuldi gerast við Sandsvág var ógreitt, tá.

Tað var Sp/f 31.01.2011 undir Gøtuni 2, á Sandi sum átti Sandsvág1.

Sambart teggjan.fo hevur p/f HKO í Vestmanna keypt Sandsvág1 og skift navn á skipinum til VESTURLEITIÐ VN 517

Skipalistin.fo eigur myndina