Galaxy sigldi við opnum hekkuportri
Altjóða reglur siga, at ferjur av slíkum slag ikki hava loyvi til at loysa og fara frá bryggju, fyrr enn portrið er afturlatið, skalkað og stongt. Hesar reglur verða nevndar SOLAS, og eru eisini galdandi í Føroyum.
Var á opnum havi
Kringvarpið hevur kannað myndina og hevur fingið váttað, at myndin er røtt. Sokallað metadata í myndini vísa, at hon er tikin 1. september í ár klokkan 19.36.
Vikmar, sum hevur útgerð at finna knattstøðuna hjá skipum - eisini aftur í tíð, hevur kannað, hvar Galaxy var statt júst tá myndin varð tikin. Sambært teirra upplýsingum, so var skipið tá beint eystan fyri Lítlu Dímun.
LES ALLA GREININ HER Galaxy sigldi við opnum hekkuportri | Kringvarp Føroya