Gadus siglir heim úr Barentshavinum
Teir hava haft onkrar avbjóðingar á túrinum. Skipið hevur sum heild riggað væl, men teir vóru noyddir at fara til lands, tá ið ein hátrýstpumpa gekk fyri.
Nýggjasti flakatrolarin í flotanum, Gadus, royndi í norskum sjógvi, tætt við Bjarnaoynna, um nýggjársleiti.
32 mans eru við Gadus hendan túrin.
Tað er Ólavur Biskopstø sum er skipari hendan túrin.
Sum skilst eru teir á Klaksvík seint sunnudagin.