Gadus farin til fiskiskap
Gadus loysti frá Norðhavnini í gjár.
Komnir út í Kalsoyarfjørð var andakt umborð. Skiparin Ólavur Biskopstø byrjaði við bøn og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari hevði bíbliuorðið, bøn og signingina. Uppmøtingin til andaktina var góð og sangurin rungaði í salongini við klaver- og fiól fylgispælið.
Eftir at vitjandi til andaktina vóru sigldir aftur til lands við mobbátinum, hevði manningin bjargingarroynd umborð. Síðani var kósin sett eystur í hav.
Ætlanin er at royna nakrar dagar í norskum sjógvi, har teknikarar og annað fólk eru umborð, fyri at royna útgerðina. Vónandi riggar fiskiútgerðin, og skipið, annars væl, so teir kunnu fara í Barentshavið at royna. Nevnast kann, at jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum eru umborð.
Teimum verður heilsað við gomlu føroysku heilsanini:
“Góðan túr og Jesus fylgi tykkum”!
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin
Myndina av Gadusi eigur Norðlýsið