Gadus farin at sigla heim

Eru helst á Klaksvík seinnapartin sunnudagin

Teir hava gjørt ein góðan túr í norskum sjógvi. 765 tons av flaki hava teir inni.

Teir fóru til fiskiskap 17. apríl.

Gadus tekur alt við í land. Teir hava uml. 30 tons av lýsi og 200 tons av mjøli. 2

Skiparin, Ólavur Biskopstø, væntar av koma í Norðhavnini í Ánunum seinnapartin sunnudagin.