Fyrstu tvey árini hava verið strævin og dýr fyri reiðaríið
Emerald er millum mest framkomnu skip í fiskiflotanum. Skipið sera væl útgjørt til toska- og rækjufiskiskap, kann fiska við trimum trolum og hevur verksmiðjur umborð, bæði til flak og rækju. Eisini er Emerald bygdur til framtíðar krøv um at alt frá fiskiskapinum skal fáast til høldar, skipið hevur verksmiðju til mjøl og fiskaolju.
SAMRØÐA VIÐ REIÐARAN TRÝST HER Nú fer Emerald at fiska tosk | Kringvarp Føroya
Men teknisku trupulleikarnir við skipinum hava verið nógvir, frá fyrsta degi, Emerald kom flaggskrýddur á Havnina 13. juli í 2023.
Fyrstu tvey árini hava eisini verið strævin og dýr fyri reiðaríið. Roknskapurin fyri P/F Havborg, sum Emerald hoyrir til, vísir stórt hall, bæði í 2023 og 2024. Undirskotið var 23 milliónir krónur í 2023 og 50 milliónir í fjør.
Nú riggar rækjufiskiskapurin - og við eini flakalinju til toskafiskiskapin, sum loksins sær út til at virka, trýr reiðarin uppá ljósari tíðir.
-Vónandi verður hetta síðsta sprellið, áðrenn vit kunnu reka Emerald sum skipið skal rekast, sigur Mortan Johannesen.
Eftir ætlan loysir Emerald 20. september. Skipið fer fyrst at royna eftir kongafiski, áðrenn leiðin gongur í Barentshavið at fiska tosk.
Tað skrivar Jón Brian Hvidtfeldt á kvf.fo