Fyrstu línuskipini fara nú á Bankan
Stóru línuskipini í bólki-3 eiga 40 fiskidagar tilsamans á Føroyabanka.
Tá veiðiloyvini í bólkinum eru heili 21 í tali, so eru bara tveir fiskidagar í part, og tí eru fyrstu avhendingar av fiskidøgum á Føroyabanka eisini longu farnar fram, at kalla samstundis sum loyvini at royna á Føroyabanka verða útskrivað frá Vørn.
Higartil eru fiskidagarnir á Føroyabanka savnaðir á tvey línuskip, tey eru Stapin og Klakkur.
Men enn eru tó ikki øll føroyabanka-loyvi hjá línuskipunum útskrivað.
Tað skriva Jón Brian Hvidtfeldt á kvf.fo