Fyrstu jólapakkarnir farnir umborð
-Jólapakkarnir hava stóran týdning. Teir minna okkum á, at onkur hugsar vinarliga um okkum. Harafturat er altíð gott at fáa einar góðar heitar hosur ella húgvu, siga báðir sannførdir.
Hóast jólini hvørki vera í næstu viku ella í næsta mánaði, so er jólaarbeiðið hjá Føroysku Sjómansmissiónini byrjað.
Síðstu dagarnar hava trý systirskip hjá reiðarínum Navigare verið í Føroyum við farmi. Tey eru Hav Skandic, Hav Saga og Hav Nordic. Hetta eru skip, sum javnan eru burtur á jólum.
Tá Sjómansmissiónin hevði fingið nakrir jólapakkar inn, helt sjómanstrúboðarin, at tað var laga manni at fáa teir umborð, nú skipini vóru nærhendis. So eru pakkarnir komnir umborð og hann er leysur av teimum.
Deildar meiningar eru, serliga millum landkrabbar, um tað er neyðugt við jólapakkum til sjófólkið. Teir mangla jú einki, verður sagt sum grundgeving.
Tíbetur hevur sjófólkið tað gott og mangla einki.
Ein jólapakki er í flestu førum meiri enn ein pakki. Hann er, sum oftast, eisini ein persónlig heilsan og ein Guds heilsan, tí heilsan er frá gevara og okkurt kristiligt skrift liggur eisini í.
Harafturat hava pakkarnir eina sosiala ávirkan, so manningin í flestu førum savnast í messuni, har matur, sangur, jólaevangeliið og hugni eru á skránni.
Tí vónar Sjómansmissióninn, at jólapakkar verða latnir sjófólkinum aftur í ár, í øllum førum, teimum sum eru burtur á jólum.
Hvat sigur sjófólkið?
Viðkomandi í hesum arbeiðið er at hoyra, hvat sjófólkið sigur um pakkarnar?
Tá vitjað varð umborð á Hav Skandic við pakkum, fekk trúboðarin orðið á skiparan, Janus Berthelsen og stýrimannin, Andras Magnussen. Teir siga sum við ein munn:
-Jólapakkarnir hava stóran týdning. Teir minna okkum á, at onkur hugsar vinarliga um okkum. Harafturat er altíð gott at fáa einar góðar heitar hosur ella húgvu, siga báðir sannførdir.
-Vit vilja takka øllum sum lata jólapakkar til sjófólkið. Teir fløva bæði handaliga og andaliga! siga Janus og Andras.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu
Jólapakkar til sjófólkið kunnu latast inn til sjómanskvinnuringarnar um landið, á Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakka 14 í Havn, Leguhúsið í Nesvík, Bláa Kross Føroya í Saltangará og á Hotel Klaksvík, fram til 1. desembur.
Tað skrivar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari á facebok-vanganum hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Myndina eigur TJ-myndir.

