Fyrrverandi stjórin í Vørn fekk tíverri rætt
Í desember 2023 segði Óli Hans Olsen, sum tá var stjóri í Vørn, at tað kom illa við hjá Vørn, at eingin peningur var settur av á fíggjarlógini næsta fyri árið 2024, til nýtt vaktarskip.
Torført er at fáa eykalutir til Tjaldrið, segði hann.
Hann legði aftrat, vandi er fyri, at vit einki skip hava, segði stjórin í Vørn, tá heldur eingin peningur varð settur av.
Fýra milliónir kr. skuldu setast av til fyrireiking at byggja nýtt vaktarskip í 2024 og fýra milliónir aftrat 2025, ella tilsamans átta milliónir.
Óli Hans Olsen endur tók, vandi er tí fyri, at vit einki skip hava, tí Tjaldrið er so gamalt, at eykalutir ikki longur verða gjørdir til tað.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum í des 2023: Útvarpstíðindi | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

