Fyrrv. skúlastjórin á Fiskivinnuskúlanum gevur bók út

"Afturbrá - Gamlar myndir úr Norðoyggjum"

Gamlar myndir úr Norðoyggjum koma út í bók

Tann 16. november kemur nýggj áhugaverd bók á marknaðin, sum eg havi greitt úr hondum.

Bókin hevur fingið heitið "Afturbrá - Gamlar myndir úr Norðoyggjum", og er skipað sum myndarað við fleiri enn 200 gomlum myndum við tilhoyrandi viðmerkingum og hugleiðingum.

Sprotin gevur út bókina, sum er 370 síður og kostar 348 krónur. Vónandi verður bókin væl móttikin, tá hon kemur á marknaðin tann 16. november.

Tað skrivar Jákup Andreasen, á facebook-vanga sínum