Fyrrapartin í morgin skrið ella stormur
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn.
Móti middegi minkar hann vindin niður í lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, út á seinnapartin bert lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og bert okkurt ælið.
Í kvøld veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, út á náttina hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og í støðum regn ella ælaveður.
Fyrrapartin í morgin skrið ella stormur millum norðan og útnyrðing, 18 til 23 m/s, við høvðum hvirlum. Samdrigið og regn. Hitin um dagin 8 til 11 stig, um náttina niður í 5 stig í støðum.