Fyritíðarpensjónistar ein viðbrekin samfelagsbólkur
Frágreiðing er gjørd um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum.
Hóast fíggjarligu korini hjá fyritíðarpensjónistum eru batnað seinastu árini, eru fyritíðarpensjónistar framvegis ein viðbrekin samfelagsbólkur við einari inntøku, sum er nógv minni enn ein miðal arbeiðaraløn.
Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari frágreiðing um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum.
Gestur Hovgaard, professari, hevur saman við Olgu Biskupstø, verkætlanarleiðara, gjørt frágreiðingina.
20 fyritíðarpensjónistar vóru við í kanningini.
Fyritíðarpensjónistar eru ein láglønarbólkur við inntøku, sum er væl minni enn vanlig arbeiðaraløn.
Serliga útsettir eru stakir fyritíðarpensjónistar, sum ikki hava útbúgving. Summi teirra hava m.a. ilt við at gjalda lán og húsaleigu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum HER : Fyritíðarpensjónistar ein viðbrekin samfelagsbólkur | Kringvarp Føroya
Á altjóða brekrættindadegnum 3. desember verður frágreiðingin alment løgd fram klokkan 15 í Smæruni í Havn.
Greinin hjá Birita Matras Petersen steindur á kvf.fo

