Fyri fyrstu ferð nakrantíð var ein vertur á veðurtíðindunum í sjónvarpinum
Hanus Kjølbro skrivaði føroyska sjónvarpssøgu
Fyri fyrstu ferð nakrantíð var ein vertur á veðurtíðindunum í sjónvarpinum, og tað gjørdist Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya, ið fekk heiðurin.
Veðurtíðindini hava áður verið partur av Degi og viku, og var tað tá uppgávan hjá tíðindavertinum at lesa veðurtíðindini upp til grafikkin á skerminum.
Men í kvøld hendi eitt nýbrot, tá veðurtíðindini aftur vóru at síggja í sjónvarpinum.
Fyri fyrstu ferð var ein vertur á sjónvarpaðu veðurtíðindunum.
Tað gjørdist hin veðurkøni Hanus Kjølbro, sum starvast hjá nýstovnaðu Veðurstovu Føroya, ið fekk heiðurin at vera fyrsti føroyski veðurverturin.
Ætlanin er, at Veðurstova Føroya í fyrstu atløgu hevur veðurtíðindir í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag og viku.
HYGG HER https://kvf.fo/greinar/2023/03/03/hanus-kjolbro-skrivadi-foroyska-sjonvarpssogu