FSN tekur sum heild undir við tilfeingisgjøldum

Uppskot hevur rættuligani stórar avleiðingar fyri skiparar og manning

Hoyringsskriv: Uppskot til Løgtingslógumbroyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)(dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyriheimaflotan)

Føroya Skipara -& Navigatørfelag” FSN ”vil hervið koma við viðmerkingum til ætlaða uppskot um broytingar í Løgtingslóg um veiðuavgjøld fyri fiskiskap(Veiðigjaldslógin)

FSN tekur sum heild undir við tilfeingisgjøldum, og uppskotinum um veiðiavgjøld fyri botnfisk í Barentshavinum, og fyri pelagiskan fisk so sum Makrel, Sild,svartkjaftog Lodnu, tó ikki fyri heimaflotan. 

Tó halda vit, at ætlaðu gjøldini eru sera høgt sett.

Tá talan er um ymisku ásetingarnar, sum verða ásettar alt eftir hvat prísurin hevur verði árið fyri, kann verða óheppi, um prísurin fyri seinna árið er met lágur.Kapittul

2. Avleiðingarnar av uppskotinum

2.1. Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

FSN vil vísa á, at hetta uppskot hevur rættuligani stórar avleiðingar fyri skiparar og manning, sum starvast í hesi vinnu, tí sum nú er, so eru øll allmenn ásett veiðuavgjøld ein loyvdur frádráttur hjá reiðaranum, t.v.s. at manningarnar rinda sín stóra part av veiðugjaldinum, men manningarnar eiga einki í kvotuni/ kvotunum.

LES ALT HOYRINGSSVARIÐ hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag HER Mál (logting.fo)

Far undir HOYRINGARSKRIV G1 og G2