Fríða er 16 ár, býr í Hvalba og arbeiðir á TG Seafood
Hon hevur arbeitt á TG Seafood síðan augustmánað í fjør. Á virkinum arbeiðir Fríða mest við bandfrystaran, har hon pakkar upsa, sum er skorin og frystur.
Fríðu dámar væl á flakavirkinum í Hvalba. Serliga, tí hon kendi tey flestu arbeiðsfólkini áðrenn hon byrjaði. Hon heldur, at flakavirkisarbeiði er væl egnað til ung fólk, eisini um tað bert er fyribils. “Tað kann sanniliga eisini vera tungt innímillum, men mær dámar væl”, sigur hon
Takk fyri, Fríða, at tú vildi vera við í Verkafólkavanganum! Og vit ynskja tær alt tað besta!
Tað skrivar Føroya Arbeiðarafelag á síni heimasíðu.