Framtíðar trolarar
Sera áhugaverdur fyrilestur var á Vinnuháskúlanum í vikuni. Evnið var framtíðar trolarar. Tað var Thormund Johannesen, skipsførari og skipsverkfrøðingur, frá føroysku deildini hjá Knud E. Hansen, ið helt fyrilesturin fyri lesandi og lærarum á Vinnuháskúlanum. Komið var inn á nógv ymisk nýbrot, ið víkja frá trolarunum í okkara núverandi fiskiflota. T.d. tvær skrúur, fyri at fáa trolaran at hava líka trimm. Elmotorar, sum krevja minni viðlíkahald, og fleiri minni generatorar, sum kunnu viðlíkahaldast skiftivís undir fiskiskapi. Grøna orkunýtslu. t.d. methanol og ammoniakk. Størri og betri manningarrúm o.s.v. Vinnuháskúlin takkar Thormundi fyri framløguna og mongu viðkomandi spurningarnar.
Tað skrivar Vinnuháskúlin á heimasíðu síni.