Framløga í Løgshøll í dag: Exit Russland?

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Hvat vendir upp og niður í fiskiveiðuavtaluni við Russland? Frágreiðingin verður løgd fram í Løkshøll í dag kl. 15.15.

Og hvussu hevði verið, um vit sjálvi fiskaðu tað, vit lata Russlandi og Noregi?

 

 

Nýggja frágreiðingin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísur, at fiskiveiðuavtalan við Russland gevur undirskot. Útrokningarnar og tølini benda á, at vit kundu vunnið í minsta 300 milliónir meira við sjálvi at fiska tilfeingið, vit lata Russlandi og Noregi afturfyri botnfiskin í Barentshavinum. 

Tað eru serliga góðu møguleikarnir fyri virðisøking á landi úr Svartkjafti, sum nógv kundi verið vunnið burtur úr.

Frágreiðingin er eisini ein søgulig lýsing av samstarvinum við Russland, ein lýsing av tí til tíðir ógvusliga politiska orðadrátti, sum hevur verið um samstarvið. Og gevur eitt boð uppá trygdarpolitisku støðuna, vit standa í, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør.

Frágreiðingin verður løgd fram í Løkshøll í dag kl. 15.15. Á tiltakinum verður eisini politiskt kjak millum Una Holm Johannesen og Beinir Johannesen umframt samrøða við Eirik á Húsamørk, stjóra á Høvdavirkinum, um menningarmøguleikar í Svartkjaftinum. Tiltakið er alment og ókeypis.

 

Leinkja til tiltakið: https://www.facebook.com/events/614210630611040?acontext=%7B%22event_action_history%22%3A[]%7D

Leinkja til stroyming: https://www.youtube.com/watch?v=WkrqekiejSM


Leinkja til frágreiðingina: https://www.jaf.fo/Files/Files/%C3%9Atg%C3%A1vur%20JAF/Exit%20Russland.pdf