Framleiðslan av fiskamjøli og -lýsi hevur ongantíð verið so stór sum fyrra hálvár í ár.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 216 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 71 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 26 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 128 milliónir krónur.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Virksemið á Havsbrún hevur verið methøgt og framleiðslan av fiskamjøli og -lýsi hevur ongantíð verið so stór sum fyrra hálvár í ár. Prísirnir á fiskamjøli og -lýsi hava eisini verið methøgir.
- Í ár verður tøkan hjá okkum serliga stór í seinnu helvt av árinum. Hetta sæst aftur í tøkuni í Føroyum í hesum ársfjórðinginum, sum var lág, eins og miðalvektin á tikna fiskinum var lægri enn vanligt.
- Fyri fyrstu ferð í 12 ár er samlaði biomassin í sjónum í Føroyum vaksin í fyrra hálvári, tá ið sjógvurin er kaldari. Fiskurin í sjónum er væl fyri, og vit vænta tískil ikki bert hægri tøkunøgd í seinna hálvári, men eisini hægri miðalvekt á tikna fiskinum.
- Alingin í Skotlandi gekk væl teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár, men móti endanum av øðrum ársfjórðingi øktist fellið, orsakað av umhvørvisligum avbjóðingum. Neiliga gongdin helt fram í triðja ársfjórðingi, og kann føra við sær hægri kostnað og lægri tøkunøgd í Skotlandi í 2023. Vit fylgja gongdini neyvt og meta um møgulig váðaminkandi tiltøk.
Stórsmolt í Skotlandi
- Sonevnda AP4-útbyggingin av Applecross smoltstøðini í Skotlandi er tikin í nýtslu og hevur sostatt økt smoltframleiðsluorkuna. Í øðrum ársfjórðingi 2023 settu vit fyrstu smoltini á sjógv haðani. Smoltini vigaðu millum 200 og 300 gramm og enn ein stór útseting av 200-300 gramm smoltum haðani er ætlað seinni í ár. Hervið er yvirgongdin til stór-smolt í Skotlandi byrjað, ið er ein tann mest týðandi luturin í umskapanini av alingini í Skotlandi eftir føroyskum myndli.
- Á íleggjaradegnum 6. juni 2023 í Skotlandi løgdu vit fram nýggju íløguætlanina fyri 2024-2028. Íløgur á íalt 6,3 milliardir krónur eru ætlaðar í Føroyum og Skotlandi, fyri at vaksa framleiðsluna til 165.000 tons í kruvdari vekt, meðan virðisketan verður útbygd til eina framleiðsluorku á 200.000 tons.
- Marknaðurin hevur verið góður í øðrum ársfjórðingi við høgum laksaprísum, tó við stórum prísmuni á smáum og stórum fiski uppundir endan av ársfjórðinginum. Útlit eru til lítlan vøkstur í útboðnum av laksi seinna hálvár í ár, sigur Regin Jacobsen.
6,7 milliónir smolt sett út
Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 16.001 tons í kruvdari vekt, í mun til 19.747 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 8.658 tons tikin í Føroyum, í mun til 13.101 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 7.343 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 6.646 tons sama ársfjórðing í fjør.
Tilsamans vórðu 6,7 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi, í mun til 6,2 milliónir í sama ársfjórðingi í fjør. 3,6 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 3,1 milliónir smolt í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 216 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing, í mun til 509 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 242 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, samanborið við 617 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Føroyski aligeirin fekk lægri prís í øðrum ársfjórðingi, og tøkunøgdin var minni.
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 71 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, samanborið við 41 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 26 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 108 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2023 var 128 milliónir krónur, samanborið við 119 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.911 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársenda 2022. Bakkafrost hevði 2.304 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av øðrum ársfjórðingi 2023.
Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 28. apríl 2023, varð samtykt, at 10,00 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gav eitt samlað vinningsbýti á 591 milliónir krónur, ið varð goldið partaeigarunum 22. mai 2023.