Framherji í Fuglafirði hevur selt nótaskipið Gamla Jupiter
Nýggja smápartafelagið, sum eisini eitur Gamli Jupiter, hevur keypt skipið fyri 43 mió. kr.
Jaczon Trawler í Niðurlondum stovnaði felagið, sum hevur heimstað í Hósvík.
Arnout Langerak í Haag er nevndarformaður, og Gunnbjørn Joensen í Hósvík er stjóri.
Sambært Teyggjuni hevur Gamli Jupiter einki fiskiloyvi í løtuni.
Gamli Jupiter er bygdur í Noregi í 1994.
Hann kom til Føroya á sumri 2007.