Framfýsni vinnulívsmaðurin og víkingafjeppari, ið sprettur er úr Grógv

Arbeiði, stríðsvilji og framfýsni, eru nakrar av dygdinum

Grein/ Eyp

Tað er altíð full ferð har hann er. Ongantíð situr hann í frið serliga leingi. At liggja á løtu síðuni stendur ikki í hansara orðabók.

Arbeiði, stríðsvilji og framfýsni, eru nakrar av dygdinum, sum frá foreldrum hansara, eru løgd í frá barnsbeini, og sum hevur verið við til at mynda lív og lívsskoðan hansara síðani.

Páll Gregersen, sum í dag er 66 ára gamal, hevur júst gingið, og runnið, eitt hálvt maraton sum varð hildið í vikuskiftinum, tá ið Føroya vakrasta maraton 2025, varð á skránni.

Annars er hann í lokalaumhvørvinum vanliga at síggja úti hvønn dag, antin uppi í einum stiga og málar okkurt á húsini, ella á súkklu antin einsamallur ella saman við abbabørninum. 

Men sum oftast til gongu, í mest sum øllum veðrið, við hundinum Snar við sína trúføstu lið.

Hann, hóast ikki nakar ársungi longur, so hevur hann nógv um oyrini hvønn tann einasta dag og er uppií nógvum í senn. 

Antin tað er á Fiskavirkinum í Norðragøtu, har hann hevur sína dagligu gongd, ella við fótbóltsvøllin í Sarpugerði har hansara hjartabarn Víkingur heldur til.

Ella í Gøtu kirkju har hann plagar at syngja fyri ella til obligatoriska innanduratíman á Kambsdali, sum hann hevur verið partur av heilt síðani høllin lat upp fyri uml. 40 árum síðani. Bert fyri at nevna nøkur dømi.

Hann hevur eisini sitið, og situr eisini, á nógvum ymiskum álitispostum. Hann hevur millum annað verið stjóri, bygdarráðsformaður, fótbóltsformaður, og nevnadarformaður, umframt at verða í ymiskum nevndum.

Og gekk hann eisini á odda saman við Jógvani I. Olsen, Olaf Olsen og øðrum monnum, at stovna Fiskamarknað Føroya, sum heldur til á Toftum.

Í 1986 varð hann valdur inn í bygdaráðið í Gøtu kommunu, bert 27 ára gamal. Og á heystið 1989, á kommunuvalinum, varð hann valdur til borgarstjóra, ella sum tað varð kallað tá, bygdaráðsformann. Har sat hann fram til 1993.

Við einari tílíkari lívleið er heldur ikki løgið at hansara meiningar eisini viga tungt millum manna. Og hann er heldur ikki bangin fyri at siga sína hugsan, tá ið hann heldur at alt ikki ruggar heilt rætt.

Hansara vitan og meiningar innan samfelagsbygna, vinnulívið og ítróttin hava eina jarðiska tyngd, sum eisini ger, at lurta verður eftir tá ið hann tosar. 

-Eg eri sikkurt fullur í damp, men nú er ov seint at fara at kannað tað, sigur hann við einum stórum smílið, nú hann situr í kantinuni á sínum egna virkið og hugleiðir eitt sindur, og hevur júst fylt sær koppin, við PRG-búmerkinum á, fullan av kaffi.

LES ALLA GREININ HER Framfýsni vinnulívsmaðurin og víkingafjeppari, ið sprettur er úr Grógv - Eysturoyarportalurin