Frameftir sleppa politikarar ikki at samráðast um sáttmálar við Ísland
Sínámillum fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland fyri 2023, sum Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Svandís Svavarsdóttir, íslendskur matvørumálaráðharri, skrivaðu undir í vikuni, verður helst tann seinasta av sínum slagi.
Tað skrivar Hilmar Jan Hansen á kvf.fo.
Fiskiveiðisamráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil altíð verið á politiskum stigi, men í nýggja rammusáttmálanum millum londini verður lagt upp til, at tær hereftir verða á embætismannastigi.
Rammusáttmálin, ið Jenis av Rana, skrivaði undir sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, kemur í staðin fyri semjuna landanna millum frá 1976.
Sáttmálin skal tó fyrst samtykkjast í Løgtinginum og íslendska Altinginum, áðrenn hann fær gildi.
Taka Løgtingið og Altingið undir við rammusáttmálanum, verður núverandi fiskiveiðiavtalan tann seinasta, sum er gjørd á politiskum stigi.