Frágreiðing frá Rescue LÍV, um bjargingina í gjár
Í gjár klokkan ellivu vóru boð eftir Rescue LÍV at fara einum báti, sum hevði maskinbrek á Sandshavinum, til hjálpar.
Fyrsti maður var umborð tríggjar min. seinni, og klokkan 11:18 loysti Rescue LÍV av Bursatanga.
Báturin lá slakar 20 fjórðingar vestur úr Skúvoynni. Tað var nakað av vindi, og sjaskveður.
Klokkan á leið eitt, var Rescue LÍV hjá bátinum, sum so varð sleipaður inn á Sand. Tað vóru ikki líkindi at sleipa við meiri enn 4 fj. ferð, so tað tók fimm tímar at sleipa bátin á Sand.
Rescue LÍV var aftur í Havn klokkan 20:05, so hetta gjørdist eitt av drúgvaru sleipunum hjá okkum, men alt gekk upp á stás.
Her á facebook-vanganum hjá Rescue LÍV eru fleiri myndir https://www.facebook.com/rescueliv